Newest posts

Categories

 

Venjing í samband viđ Summarfestivalin

04-08-2013 12:00
 
Í gjár leygardagin var ein stór og umfatandi venjing í Klaksvík. Tað var manning frá Ziska, Norðoya Bjargingarfelag og samarittarnir hjá Reyða Krossi sum skipaðu fyri. Hetta er ein liður í at hava tætt samstarv við bjargingarfeløgini í Føroyum og nú summarfestivalurin stendur fyri durum var hetta ein góður møguleiki at fáa roynt alla radio útgerð av áðrenn tað stóra brakið byrjar mikudagin. Samarittarnir hava fingið vitjan av 7 donskum samarittum frá Give til Ólavsøkuna og Summarfestivalin, hetta er eitt samstarv sum røkkur nøkur ár eftur í tíðina. Føroyskir samarittar eru á hvørjum árið niðrið á Jelling festivalinum, so nú var tíðin til at danir komu heim at vera saman við teimun føroysku samarittinum.
 
Hetta samastarv er gull vert fyri føroysku samarittarnir og ikki minst fyri teir donsku sum eru ovfarðin av hvussu væl alt er skipa í Føroyum serlia eru tey ovfarðin av tí sera góða samstarvið millum løgregluna, sjúkrahúsini, bjargingarfeløg, sløkkiliðstøðina og samarittarnir. Hetta eru nakað tey kunnu takað við sær afturtil Danmark og greiða teirra mynduleikum frá.
 
 
 

Category: Frá felagnum

Comments

No comments

Write a comment

 
Norđoya Bjargingarfelag