Vćlkomin

Nýggja heimasíðan hjá Norðoya Bjargingarfelag kemur vónandi at vera til hjálp hjá teimum, ið ynskja at kunna seg meira um felagið, melda seg til felagið ella hava brúk fyri okkum. Somuleiðis fer hendan síðan at hjálpa okkum at halda limirnar dagførdar, umframt at vit á henda hátt kunnu vísa á, hvat vit gera, hvat vit kunnu brúkast til og hvat fyri útgerð vit eiga.

Seinasta nýggja

Ađalfundur 
05-03-2014
 
 
 

 Ađalfundur hjá Norđoya Bjargingarfelag

Aðalfundurin hjá Norðoya Bjargingarfelag verður í hølunum hjá Sjónámi á Faktorsvegi, fríggjakvøldið 12. apríl, kl. 19.30.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Eru serlig mál, ið limir ynskja at fáa umrødd á fundinum, eru tit vælkomin at fráboða okkum hetta. Vit eru at hitta á nbf@nbf.fo, ella á facebooksíðu okkara.
Fyri at hava atkvøðurætt, skal limagjaldið á kr. 100,- vera goldið. Til ber at gjalda á fundinum. Somuleiðis eru nýggir limir altíð vælkomnir at tekna seg.

Norðoya Bjargingarfelag
Norđoya Bjargingarfelag