Um Felagi / Sga felagsins

Sga felagsins

Norðoya Bjargingarfelag varð stovnað 15. desember 1957. Endamál felagsins hevur frá byrjan av verið at vekja ans fyri bjarging, veita hjálp, tá tørvur er á tí og at fáa til vega bjargingarbát til Norðoyggjar. Hetta seinasta málið varð rokkið í 2005, tá bjargingarbáturin Ziska kom til Klaksvíkar. Ziska er keyptur úr Onglandi gjøgnum RNLI (ensku bjargingartænastuna) og æt tá Newsbuoy. Navnið Ziska kemur frá klaksvíkinginum og hetjuni Ziska Joensen, ið bjargaði manningini á Ernestinu.
 
Alt arbeiðið, ið verður gjørt í Norðoya Bjargingarfelag, er 100 % sjálvboðið. Síðani felagið varð stovnað í 1957, er ikki ein króna útgoldin í løn. Nærum allur peningur, sum kemur inn til felagið, fer til víðari arbeiði, antin fyri at viðlíkahalda Ziska ella til at skaffa nýggjari og betri útgerð. Tað sum ikki fer til viðlíkahald og útgerð, fer til rakstur og venjingar.
 
Nógv fólk eru knýtt at felagnum. Bæði sum manning til Ziska og eisini sum hjálparfólk og nevnarlimir. Vit hava útbúnar fjallabjargarar, samarittar og onnur røsk fólk knýtt at okkum. Øll eru ikki aktiv hvønn dag fyri felagið, men tá á stendur, eru øll klár.
 
Nakrar ferðir árliga er Norðoya Bjargingarfelagið við í venjingum. Hetta ger, at útgerðin verður roynd, fólkini læra at brúka útgerðina og at arbeiða saman, umframt at ymisku tilbúgvingarnar í Føroyum, fáa høvi at arbeiða heilt tætt.
 
 
 
 
Noroya Bjargingarfelag